Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

ADHD Felagið: Forkunnug framløga verður á ársaðalfundinum hjá ADHD felagnum 3.mars í Perluni.
Tað er PHD lesandi Tórunn Højgaard Ósá, sum fer at greiða frá sínari spennandi granskingarverkætlan í samstarvi við Setrið og LS.

Hon granskar í títtleikanum av neurologiskum sjúkum/brekum hjá børnum í Føroyum, harímillum ADHD, autismu, epilepsi, CP og Føroyasjúkuni o.ø..

Eisini kannar hon svøvnin og svøvntrupulleikar, og ger royndir við, um ein serligur tónakoddi kann vera ein bati upp á svøvntrupulleikar.

Sum partur av granskingini verður eisini hugt eftir ADHD títtleikanum, og hvørji børn og ung hava fingið ADHD diagnosuna frá 2004-2022 á LS.
Granskingin fer vónandi at geva okkum heilt nýtt forstáilsi fyri ADHD í Føroyum.

Hin Rusuti, alias Jens Jákup Hannsen fer at handa stuðulin hann hevur savnað inn seinasta árið.

Í sínum megnar arbeiði við at varpa ljós á ADHD, hevur hann savnað pening til felagið og til túrarnar m.a. uppá hægstu fjøll í Suðuramerika og Afrika.
Seinasti møguleiki at stuðla Hinum Rusuta er 2. mars á konto í Betri 9181-5785172.

Tríggir limir standa fyri vali. Tveir stila uppaftur í meðan Anne Sophie Nordendal takkar fyri seg eftir at hava sitið í 4 ár í nevndini.

Øll eru hjartaliga vælkomin til almenna tiltakið við framløgu og stuðulshandan. Eftir kaffisteðgin verður aðalfundur fyri limir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo