Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Og sum tú sigur, so er tað okkara plikt at siga frá.

At summi menniskju ikki tola at hoyra sannleikan, kemur altíð at vera.

Sæð við menniskjaligum eygum, kann ein áminning ljóða ógvuslig, og skuldu vit tikið eitt dømi um haturstalu ella útspilling sæð við menniskjaligum eygum, kundu vit passandi tikið Jesus úr Nasaret sum dømi, tá Hann kallar fariseararnar og teir skriftlærdu fyri hyklarar, høggormar og ormaavkom, og spyr teir hvussu teir kunnu sleppa undan dómi Helvitis (matt 23)

Ljóðar hetta sum góður fólkaskikkur? Nei, tað ger tað ikki. Men Jesus sigur teimum sannleikan.

Eru “ljótu orðini” sum Jesus sigur, óndskapur ájavnt við allan annan óndskap? Nei, tað eru tey ikki.

Hatar Jesus hesar tá Hann fer so ógvisliga fram? Nei, als ikki. Gjørdi Hann tað, hevði Hann ikki latið sítt egna lív fyri teir.

Sum tað sær út í dag, so skal ein ikki stoyta nakran. Ein skal, við øðrum orðum, ikki siga sannleikan. Tað skal slakast fyri minnilutum og meirilutum, fyri at hesi skulu føla seg væl. Ja, hjá nógvum telur javnrættur meira enn Guds Orð.

2 av síðstu 4 ørindunum í Bíbliuni siga frá hvat hendir við einum sum slakar uppá Guds Orð.

Har stendur:

v18  Eg vitni fyri einum og hvørjum, sum hoyrir profetorðini í hesi bók: Leggur nakar nakað aftrat hesum, skal Gud leggja á hann plágurnar, sum skrivað er um í hesi bók.

v19  Og tekur nakar nakað burtur av orðunum í hesi profetabók, skal Gud taka lut hansara burtur frá træi lívsins og úr hinum heilaga staði, sum skrivað er um í hesi bók.

v20  Hann, sum vitnar hetta, sigur: "Ja, Eg komi skjótt!" Amen! Kom, Harri Jesus!
v21  Náði Harrans Jesusar veri við øllum!

Birgir Jakobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo