Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Fleiri fráboðanir eru komnar um sjúkan og deyðan fugl.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur í mai og juni kannað sýni av 20 fuglum afturat ymsastaðni í landinum.
Flestu kanningarnar vóru av skúgvi, harafturat vóru eisini kanningar av súlu, svartbaki, ternu, havhesti, ritu og dúgvu.
Av hesum vóru funnin positiv fyri fuglakrím, HPAI H5N1 í 9 skúgvum, 2 svartbakum og 2 súlum.
Fuglarnir vóru umframt í Skúvoy, eisini funnir í Suðuroy, Vágum, Streymoy og Eysturoy.
At fyglakrím varð staðfest í skúgvi og nú eisini í súlu var ikki óvæntað, eftirsum tey seinasta heyst staðfestu fuglakrím hjá skúgvi í Hetlandi og seinni eisini hjá súlu í Skotlandi. Svartbakur verður lættliga smittaður av fugli, sum hann tekur.
Mælt verður framvegis til, at fólk so vítt gjørligt byrgja fyri, at heimafuglur kemur í samband við villfugl.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo