Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

34 ára gamli Francois Gabart hevur sligið gamla metið við meira enn seks døgum, skrivar AFP.

Hann fór úr havnini í heimbygdini Port-la-Forét 4. november í 98 fót stóra bátinum, og umleið klokkan tvey síðstu nátt okkara tíð kom hann aftur á málstrikuna eftir at hava verið kring alla jørðina.

Gamla metið átti ein annar fransmaður, Thomas Coville. Hesin gjørdi fýra royndir áðrenn tað um hesa tíð í fjør eydnaðist honum at vinna metið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo