Tað er í dag, 12. desember kl. 12, at freistin at tekna seg til Leiðaradagin 2024 er, um tú eisini vilt hava eitt gávukort til BRUNSJ á Hilton fyri 2 fólk.
Sera stórur áhugi er fyri Leiðaradegnum 2024, sum verður seinnapartin 26. januar.
Leiðaradagur nr. 20
Tað verður eitt ordans brak, og tað sæst eisini aftur á áhuganum í at tekna seg.
Ert tú leiðari? So er hesin dagurin júst til tín.
Fyrilestrahaldarar eru Martin Thorborg, Søren Schultz Hansen, Súni Justinussen, Leif Abrahamsen og Elisa Vang. Umframt fyrilestrar verður kjósanin av ársins leiðarum 2024 eisini á skránni.
Vælkomin til eitt brak av einum leiðaradegi!
Tekna teg her: https://www.synergi.fo/skeid/leidaradagurin-2024-13-17/
Tað ber eisini til at ringja 322355 ella senda teldupost til synergi(at)synergi.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo