Tórshavnar kommuna: Freistin at bjóða uppá lendi til innandura spæliland er mánadagin 28. august 2023 klokkan 12. Freistin at bjóða uppá øki 4 omanfyri Argjahamar er 25. september 2023 klokkan 12.
Innandura spæliland við Stórtjørn í Hoyvík
Almenningurin í Tórshavnar kommunu hevur í nógv ár umbiðið eitt innandura spæliland. Kommunan hevur tí biðið privatu vinnuna lata inn uppskot uppá bygging av innandura spælilandi, ið skal staðsetast við Stórutjørn í Hoyvík.
Uppskot til innandura spæliland skulu latast inn á útboðsportalinum í seinasta lagi 28. august 2023 klokkan 12. Les meira um útboðið á síðu okkara um útboð.
Útboð av grundøki 4 omanfyri Argjahamar til bygging av vinnuhølum og íbúðum
Lendið, ið verður boðið út, er øki 4, ið er á leið 6.708 m2 til støddar. Yvirskipað fyri byggingina í øki 4 er at fáa eina bygging við í mesta lagi fýra hæddum, har vinnuligt virksemi skal gerast í niðaru hæddunum og íbúðum í erva.
Tilboð skulu latast inn á kommunala útboðsportalinum í seinasta lagi 25. september 2023 klokkan 12. Les meira um útboðið á síðu okkara um útboð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo