Um hugsað verður um hvussu nógv seyður og seyðahald fyllir í okkara mentan, er tað í grundini løgið hvussu lítið okkara ferføttu sambúgvar her á landi hava fyllt í okkara myndlist. At hetta nú er broytt, sæst á framsýningini við prentum og vatnlitamyndum hjá Fríðu Matras Brekku, sum letur upp leygardagin 19. november. Hetta er fyrsta serframsýningin hjá henni í egnum gallaríi í framsýningarhølunum undir grafiska verkstaðnum, men ikki er talan um nakran nýbyrjara á listaøkinum. Fríða Matras Brekku er tvørturímóti sera roynd, hon hevur í nógv ár arbeitt saman við manninum við grafiskum prenti í Steinprenti, men hon hevur harumframt eisini verið listakvinna í mong ár og hevur tikið lut á framsýningum bæði uttanlands og í Føroyum.
Myndirnar hjá Fríðu líkjast frá aðrari føroyskari samtíðarlist og bera myndevnisliga frá ekspressivu hevdini her heima. Í mun til ógvusligar myndatulkingar av brimi og ódn, halda hesar myndirnar hjá Fríðu Matras Brekku ikki nógvan gang, tær hava eitt heldur stillisligt brá. Sjálvt um listakvinnan tekur støði í náttúruni eins og siður hevur verið síðan føroysk list tók seg upp í byrjanini av 20. øld, eru hennara myndir grundleggjandi øðrvísi enn myndirnar hjá Niels Kruse, Jógvani Waagstein og Kristin í Geil, sum við íblástri frá tjóðskaparromantiska rákinum og fronskum listarákum stovnsettu føroyska list. Kanska skulu vit eitt vet longur aftur í føroysku listasøguna til tær estetisku blómumyndirnar hjá Floru Heilmann, ella til lætthentu, vøkru vatnlitamyndirnar hjá Bergithe Johannesen fyri at finna onkran listarligan skyldskap við listina hjá Fríðu Matras Brekku.
Har er skemt í myndunum hjá Fríðu Matras Brekku, sum tó eisini fevnir vakurleikan og sorgblídnið í menniskjatómum landsløgum. Tær nettu laseringarnar og neyvleikin í strikuni siga okkum hvussu stóran týdning handverkið hevur fyri listakvinnuna, sum í tí stilla megnar at fevna tilverunnar stórlæti.
Landslagslist er vanliga horisontal og frásagnarlig, landslagsmyndirnar hjá Fríðu Matras Brekku eru vertikalar og so stillar, at vit næstan kunnu tosa um eitt slag av non-action og anti-drama í teimum. Í eini mynd av Nólsoynni fyllir landslagið bara ein sættapart av myndaflatuni, restin er eitt stórt himmalhválv, sum er lýst við fáum og smáum brøgdum, ið hava stórt árin. Tað er eins og noyðir tann stóri at síggja til tómi flatin áskoðaran at stilla eyguni fínliga inn alt meðan tú mást tola at vera tikin av fótum av øllum tómleikanum.
Djórini eru, sum áður nevnt myndevnisligur aðaltáttur í verkunum hjá Fríðu Matras Brekku og speglar hetta hennara stóra áhuga fyri djórum. Hon hevur málað fleiri kerlig og stuttlig seyðaportrettir, men seyðir síggjast eisini ymsastaðni í hennara landsløgum. Hennara alstóra virðing fyri djórum sæst sera væl aftur, t.d. í teimum mongu smáu prentunum av seyðum, sum hon hevur gjørt fleiri myndarøðir av.
Fríða Matras Brekku fær ikki minst burtur úr trongum myndarúmum, eitt nú eru smáu seyðamyndirnar, sum hon gjørdi til jóla í fjør, serstakliga væl eydnaðar, hugfarsligar og fjálgar.
Upplating: Leygardagin 19.nov. 15-17. Steinprent. Skálatrøð 16.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo