Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Enn fyriliggja ongar vísindarligar frágreiðingar hjá Havstovuni, hvørja ávirkan friðingar og avmarkingar undir Føroyum hava í mun til vistskipanina og økir annars.

Tað átti at verið ein grundleggjandi fyritreyt fyri at stongja økir, at man visti hvørja ávirkan tað fór at hava.

Vit hava tíverri alt ov nógv dømir, hvar endamálið als ikki stendur mát við tann virkna man ynskir.

Niðanfyri er víst ein mynd av einum reyðum øki sum bleiv stongt í 2003, tí man frá landsins síðu ynskti at veiða minni við troli í umráðnum. Tá reyða økið bleiv stongd á sumri 2003 fyri trolbátunum, var fiskaríði har serstakliga gott til flatfisk og stóran tosk. 10 ár seinni, á sumri 2013, bleiv sama øki opnað aftur. Tá trolbátanir byrjaðu at fiska var ikki livandi at fáa, hvørki av flatfiski ella stórum toski, og bátarnir kundu skjótt staðfesta at royndin at friða øki var fullkomuliga misseydnað. Og framvegis tann dag í dag fáast hvørki flatfiskur ella toskur í rakstrarverdum nøgdum í økinum. Hendan friðingar-royndin, saman við fleiri líknandi, staðfesta at tað er umráðandi at vita hvat hendir við samlaðu vistfrøðiskipanini tá man friðar økir, og at man tískil skal vera sera varin við hesum tá man ikki kennir avleiðingarnar.

Friðing av øki D, sí mynd:

Av reinum gáloysni ella fávitsku, ætlar Havstovan/landstýrismaðurin at skerja havtasku fiskaríði hjá trolbátunum. Um hetta er tilætlað ella ikki, veit ongin teirra at siga okkum. Tann friðingin sum man ætlar at fremja í mun til gula øki D (sí mynd), ger tað sera trupult at fiska havtasku hjá trolbátunum. Orsøkin er at man førir eina beina linju eftir breidd 61.40N, sum er við til at skera havtaskuøki í helvt (reyða umráði). Hetta gevur onga sum helst meining, tí okkum vitandi gýtur ongin toskur á 365m. Hetta er enn eitt dømi um hvussu skeivt átøkini raka, tá man fyrilitaleyst ger so sterk inntriv í eitt annars frammanundan skipa fiskarí.

Felagið trolbátar (4t)

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo