Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hóast Jacob Vestergaard neyvan er komin yvir, at hann varð vrakaður sum fíggjarmálaráðharri, havi eg hug at tveita eitt sindur av salti í sárið við at tríva í eitt lesarabræv, hann skrivaði fyri fáum vikum síðani (31. jan.) Hetta sum aftursvar til russlandskritiskt lesarabræv hjá Edmundi Joensen, fólkatingslimi.

Hesi orð verða skrivað, nú russiski herurin er í ferð við at hertaka Ukraina.

- Vónandi skaða teir ikki okkara samstarv við Russland!

Hetta var sjálv yvirskriftin, og hetta er ein meining, ið tykist vera rættiliga útbreidd: at okkara samstarv við og søla til Russlands hevur nógv meiri at siga enn frælsið hjá ymiskum russiskum grannalondum – ítøkiliga Ukraina.

Vesturheimurin sum fíggindi?
- Retorikkurin er tann sami hvørja fer. Russland er okkara stóri fíggindi, meðan NATO-londini eru okkara vinir. Hetta er sami retorikkur, sum vit hoyra frá donskum politikarum, skrivaði Vestergaard.

Vestergaard rør upp undir, at nógvir føroyskir politikarar, kanska serliga sambands- og javnaðarfólk, ókritiskt dansa eftir floytuni hjá dønum. Undirskilt: vit føroyingar eiga at ganga okkara egnu leið, ið onkursvegna er ein balansugongd millum NATO og CSTO. Grundleggjandi ein neutralitetstankagongd, men kanska í grundini ein illa duldur russlandsstuðul?

- “Bandittarnir”, diktaturið í Kreml, sum Edmund Joensen nevnir russarar, tryggjaðu, at hesar fyritøkur kundu halda áfram við sínum virksemi í Barentshavinum undir makrelstríðnum, tá NATO-landið Noreg ikki vildi gera fiskivinnuavtalu við Føroyar, skrivaði Vestergaard.

Samstundis verður norskt sjóøki áhaldandi hótt av russiskum herflogførum, eins og stórar hervenjingar verða gjørdar í Barentshavinum – herundir royndarskjótingar við rakettum!

Russland sum riddarin á hvíta hestinum?
- Tað vóru vestanlondini í ES, sum fyri fáum árum síðan viðgjørdu Føroyar sum ein terrorstat, tí vit kravdu okkara rætt á fiskivinnupolitiska økinum. Ætlanin var at tvinga føroyska búskapin í knæ, men hetta eydnaðist ikki, m.a. tí vit høvdu Russland sum okkara samstarvspartnara, skrivaði Vestergaard.

Vestergaard ger vestanlondini og ES, herundir Danmark, til okkara fíggindar, ið høvdu fingið okkum niður við nakkanum, um ikki russar høvdu bjargað okkum.

Nú standa vit í eini støðu, har vit helst verða noydd til at avmarka okkara samstarv við russar. Ja, um kríggið veksur seg til eitt stórkríggj – ella enntá eitt heimskríggj – mugu vit helst gevast at útflyta til Russlands. Og hvussu verður við útflutninginum til Kina, um teir skuldu funnið upp á at hertikið Taiwan í øllum ruðuleikanum?

Í hvussu er kunnu Føroyar ikki loyva sær at leggja øll útflutningseggini í somu kurv. Handilspolitikkur og trygdarpolitikkur hanga saman, og Føroyar noyðast at tryggja seg sjálvar við at selja til eina fjølbroytta røð av londum.

- Vónandi kunnu vit framhaldandi tryggja hesum fyritøkum, sum hava stóran týdning fyri føroyska búskapin, hetta grundarlagið, hóast framstandandi føroyskir politikarar skýra Russland fyri bæði eitt og annað, skrivaði Vestergaard.

Ja, man kann vóna, men man kann ikki taka slíkt fyri givið í ekstraordinerum tíðum.

Millum vinir og fíggindar
Og fyri at tað ikki skal vera lygn skrivaði Vestergaard soleiðis:

- Tað er betur at hava “diktaturið í Kreml” sum okkara viðspælara á fiskivinnupolitiska økinum her í Norðuratlantshavinum, enn sum okkara fígginda.

Og sum rosinan í pylsuendanum:

- Føroyar skulu ikki býta heimin upp í vinir og fíggindar.

Hetta er skrivað av okkara “Chamberlain”, okkara manni, ið setir frið fram um frælsi. Men Jacob Vestergaard eigur at vita, at slík skriving er fúl skomm og “skeivu megin søguna”.

Tað kann veruliga ikki undra, at hann varð vrakaður sum fíggjarmálaráðharri.

Løgmaður má taka eina støðu
Bárður á Steig Nielsen er – sum so mangan – bíðandi. Tað er lættari at lata onnur taka avgerðir heldur enn at taka proaktivar avgerðir. Soleiðis er eisini, hóast missilini regna yvir Kyiv, tanksini rulla móti Kharkiv og herskip stevna móti Odesa.

Løgmaður eigur at seta aktiv tiltøk í verk ímóti Russlandi. Tað er ikki nóg mikið bert at tala føgur orð. Føroyar mugu vísa í verki, hvørji síðu vit eru á, eisini hóast tað rakar inntøkur hjá føroyingum.

Tí hetta er ikki ein lítil kuril á tráðnum; nakað, ið “grejer sig i sjøen”. Neyðugt er at broyta kós og hjá skiparanum at stinga út í kortið.

Altíð nakað, at Jacob Vestergaard ikki er stýrimaður á brúnni longur.

Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo