40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og mentamálaráðið: Í dag er ein stórur dagur fyri fleiri familjur, nú Frítíðartilboðið á Frúutrøð letur upp.

- Tað eru nógv børn og foreldur, ið alt ov leingi hava bíðað eftir frítíðartilboði, og tí fegnist eg saman við teimum, sum í dag hava fingið tilboð, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.

Samgongan hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri at finna eina loysn á trupulleikunum við frítíðartilboðum til fólk, ið bera brek. Við Frítíðartilboðnum á Frúutrøð eru vit komin eitt stórt stig rætta vegin.

Tað hevur leingi verið trupult at fáa nøktandi hølir til frítíðartilboðini hjá Almannaverkinum í Tórshavnar kommunu. Tí er tað gleðiligt, at Almannaverkið og Tórshavnar kommuna hava gjørt avtalu um, at Almannaverkið leigar stóran part av skúlanum á Frúutrøð til endamálið. Leigumálið er fimm ár.

“Við hesari avtaluni ber til at savna ein stóran part av frítíðartilboðunum í miðstaðarøkinum undir somu lon. Á henda hátt verður lættari at leggja arbeiðið skynsamt til rættis og soleiðis røkka út til fleiri familjur”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Frítíðartilboðið á Frúutrøð er eitt tilboð til børn við serligum tørvi frá  3. flokki. Nú Frúutrøð er tikið í nýtslu, er bíðilistin í Føroyum minkaður úr 34 niður í 16. Fyri børn í Tórshavnar kommunu merkir hetta, at nøkur fá børn enn bíða eftir tilboði. Hesi fáa væntandi tilboð seinni í vár.

Arbeitt verður støðugt við at eisini børnini, sum bíða uttanfyri Tórshavn, fáa eitt frítíðartilboð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo