Tað einasta tíðarskeiðið, ein kvinna veruliga kann broyta ein mann, er meðan hann er smábarn
- Natalie Wood

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mentanarnáttina, fríggjakvøldið 2. juni, verður Setrið at hitta í Fabrikkini hjá Öström á aðru hædd frá kl. 19.00 til 23.00. Skráin er fjølbroytt. 

M.a. eru sera áhugaverdar og fjølbroyttar framløgur um spennandi granskingarevni at hoyra (eitt sindur sum TED-talks, um fólk kenna tað). Setrið hevur m.a. fingið vitjan av granskara úr Orknoyggjunum, sum fer at hava framløgu um tær serligu útbúgvingarligu og starvsligu avbjóðingarnar, ið fólk hava, sum koma úr smáum oyggjasamfeløgum.

Harumframt eru básar, har til ber at fáa eitt prát við deildirnar og livandi tónleikur, umframt framsýning um søgu Setursins. Setrið bjóðar eisini gestum vaflur við róma og súltutoyi og kaffi, te og vatn.

SKRÁ
 19.00: Dyrnar lata upp fyri almenninginum
 19.15: Elin Brimheim Heinesen, lestrarskrivstovuleiðari, býður vælkomin
 19.30: Filmur frá 2016 um Setrið (11 min.)
 19.45: Lesandi greiða frá

20.00 – 21.20: Framløgur à 10-12 minuttir:
•20.00: "Kongaríki í samstarvsloysi"
 Erla Olsen, Námsvísindadeildin

•20.20: "Útbúgvingar innan orku á Setrinum"
 Bárður A. Niclasen, Náttúruvísindadeildin

•20.40: "Hvar fer føroyski sjófuglurin um veturin"
 Jóhannis Danielsen, Náttúruvísindadeildin

•21.00: "Siðaarvur á Setrinum, ábyrgd og avbjóðing"
 Tóta Árnadóttir, Føroyamálsdeildin

21.20: Tónleikainnslag við Kára Sverrason og Hans Jacob Kollslíð
 
21.40-23.00: Framløgur à 10-12 minuttir:

•21.40: "Career development in island communities – an Orkney and Shetland perspective" (fyrilesturin er á enskum)
 Rosie Alexander, University of the Higlands and  Islands, Orkney Dep.

•22.00: "Closing the door on Colitis Ulcerosa" (bruni í langanum/tjúkktarminum) (fyrilesturin er á enskum)
 Amanda Gratton Vang (á enskum), Sjúkrarøktarfrøðideildin

•22.20: "Grind sum vinnuvegur"
 Erling Isholm, Søgu- og samfelagsdeildin

•22.40: "Hvønn týdning hevur fótbóltur fyri heilsustøðuna hjá fólki við prediabetes"
 May–Britt Skoradal, Sjúkrarøktarfrøðideildin

23.00: Endi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo