Listin ger lívið lættari at liva
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Søgan sigur okkum, at skúli og útbúgving altíð hava verið grundleggjandi tættir í tjóðarmenningini. Longu í 1870 varð læraraskúli stovnaður, so fyrstu lærararnir kundu vera klárir, tá kravdur fólkaskúli varð settur í verk tvey ár seinni.

Hesa somu tíðina undraðust fólk á næmingatalið í realskúlanum, tí brúk fór allarhægst at verða fyri einum næmingi um árið við so høgari útbúgving, varð sagt. Í dag er tað eitt fjart minni, at øll ung ikki fáa møguleikan at ganga á framhaldsdeild.

Søgan endurtók seg, tá studentaskúli varð settur á stovn í Føroyum í 1937. Studentarnir fóru ongantíð at kunna brúka sína útbúgving í Føroyum, hildu mong.

Eftirtíðin hevur tó prógvað, at tørvur var á einum tílíkum miðnámsskúla, og í dag eru tey sera fá, sum ikki fáa eina miðnámsútbúgving av onkrum slag.

Hesar grundsúlurnar í útbúgvingarskipanini eru væl útbygdar síðstu árini, og í dag ivast ongin í tørvinum á teimum.

Sláa manngarð um Setrið
Nú ræður um at byggja eitt sterkt føroyskt fróðskaparsetur og sláa manngarð um ta menning, sum Fróðskaparsetur Føroya er farið undir.

Fyri 10 árum síðani óttaðust fólk fyri, at fólkatalið í Føroyum fór at minka, tí ov fá av teimum, sum fluttu burtur at lesa, fluttu heimaftur. Mælt varð til at økja um útbúgvingartilboðini á Setrinum, og hetta gjørdi sítt til at venda niðurgongdini í fólkatalinum til framgongd.

Fyri fáum árum síðan eydnaðist so at røkka tí marknasteininum, at fleiri av okkara ungu valdu at lesa í Føroyum enn at flyta av landinum.

Tey nýggju ættarliðini skulu útbúgvast til nýggjar umstøður og fortreytir, so tey kunnu tryggja, at Føroyar áhaldandi kunnu mennast. Orka eigur at verða sett av til at granska á øllum økjum, so vit kunnu skilja samfelagið, málið, mentanina, søguna, løgfrøðina v.m.

Løgsøga og løgfrøði
Eitt nú løgfrøðiútbúgvingin á Setrinum kann gerast sera virðismikil í sambandi við, at rættarskipanin kemur á føroyskar hendur, og vit fáa egna stjórnarskipan.

Íslendingar fingu lógskúla longu í 1908, tí teir vistu, at teimum tørvaði fólk, sum skiltu, hvussu samfelagið í øldir var ment, og sum kendu løgsøguna og løgfrøðina.

Tílíkum fólkum hava Føroyar eisini tørv á, tí útbúgva vit ikki okkara egnu fólk á flest møguligum økjum, fara onnur at definera, hvørji vit eru, og hvat vit megna.

Tjóðveldi stuðlar av heilum huga menningini á Setrinum, og verði eg valdur, fari eg at virka fyri at veita stovninum tær allarbestu sømdir, tí Setrið er tjóðarbygging í sjálvum sær!

Magni Arge, valevni hjá Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo