40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52 a í Tingskipanini
Spyrjari:  Annika Olsen, løgtingsmaður
Svarari:  Djóni Joensen Nolsøe, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni:  Viðurskiftini hjá teimum lesandi á Fróðskaparsetrinum, ið hava húsast í     Sjóvinnuhúsinum

Spurningar: 
- Hvør var tilgongdin, og hvør ynskti at uppsiga leigusáttmálan millum Fróðskaparsetur Føroya og Tórshavnar kommunu um Sjóvinnuhúsið?

- Er nøkur loysn funnin til teir næmingar, ið ikki longur skulu húsast í Sjóvinnuhúsinum?

- Tá umvælingin av høvuðsbygninginum er liðug, verður tá rúm fyri øllum næmingunum, ið hava verið í Sjóvinnuhúsinum?

- Nær kunnu vit vænta, at nýggja Fróðskaparsetrið á Frælsinum verður liðugt, og hvat er hetta mett at kosta?

- Hvør er støðan við Bologneavtaluni og at fáa Fróðskaparsetur Føroya altjóða góðkent?

- Nær ætlar landsstýrismaðurin at skipa fyri einum aðalorðaskifti um Fróðskaparsetur Føroya í Løgtingium?

Viðmerkingar:
Í 2017 varð sáttmáli undirskrivaður millum Tórhavnar kommunu og Fróðskaparsetur Føroya um leigu av Sjóvinnuhúsinum á vestaru bryggju. Hesin sáttmáli var galdandi fram til 2027, men er nú uppsagdur. Síðani sáttmálin varð undirskrivaður, hava Náttúruvísindadeildin og Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi húsast í Sjóvinnuhúsinum saman við íverksetarahúsinum, Hugskotið, Filmshúsinum, Klippfisk, og Vinnuframa umframt øðrum vinnufyritøkum. Ein góð samanrenning av vitan, vinnu og íverksetan.  Men nú er hesin sáttmálin uppsagdur, og tí er áhugavert at vita, um nøkur heildarloysn er funnin, nú næmingarnir í Sjóvinnuhúsinum eru vorðnir húsvillir. Í løtuni er ein verklagslóg til viðgerðar um at umvæla høvuðsbygningin á Frælsinum. Tá hetta arbeiðið er liðugt, er áhugavert at vita, um tað tá verður rúm fyri øllum næmingunum, ið hava húsast  í Sjóvinnuhúsinum. Fróðskaparsetur Føroya hevur ikki nøktandi umstøður og húsast í dag í 10 ymiskum bygningum, ið liggja spjaddir kring allan býin. Hóast hetta hevur Fróðskaparsetur Føroya verið í stórari menning seinastu árini, og alsamt fleiri velja at lesa á Setrinum. Støðan er alt annað enn nøktandi, og tí er alneyðugt, at verulig ferð verður sett á at byggja eitt nýtt Fróðskaparsetur, eitt veruligt campus, á Frælsinum. Undir viðgerðini av verklagslógini um at umvæla høvuðsbygningin á Frælsinum spurdi undirritaða landsstýrismannin, um hann vildi skipa fyri einum aðalorðaskifti í Løgtingum um Fróðskaparsetrið um eitt nú  útbúgvingarmøguleikar og framtíðarmøguleikar yvirhøvur. Tí verða hesir spurningar  settir landsstýrismanninum.

Á Løgtingi, 10. mai 2023
Annika Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo