40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Vit fingu betri byrjan í ár enn í fjør, og hóast tað, so gjørdist úrslitið verri hjá Framherja, talan verður um einar 12 til 14 milliónir verri í ár, reiðari, tá ið VP spyr.

Anfinn Olsen sigur at bæði línuskipini og uppsjóvarskipini fingu eina betri byrjan í 2020 enn í 2019, men kortini so gjørdist samlaða úrslitið fyri árið verri, og ein av høvuðsorsøkunum til tað var koronusjúkan, sum fór at herja um allan heimin.

- Goymslurnar gjørdust stórar og prísurin lækkaði nógv, og vóru tað serliga 3. og 4. ársfjórðingur, sum gjørdust ringir í ár.

Spurdur um útlitini viðvíkjandi 2021, sigur Anfinn Olsen, at tey eru eitt sindur positivari nú vit hava fingið vaksinur, og heimurin so smátt fer at lata upp aftur.

Úrslitið hjá Framherja í 2019 var um 72 milliónir krónur, og sambært reiðaranum, so fer tað helst at liggja um tær 60 milliónirnar í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo