Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Undan kvinnulandsdystinum móti Ukraina fríggjadagin 2. september skipar FSF fyri fjepparatiltaki uttanfyri No12 - Mynd: www.FSF.fo

Undan kvinnulandsdystinum móti Ukraina fríggjadagin 2. september skipar FSF fyri fjepparatiltaki uttanfyri No12 - Mynd: www.FSF.fo

Undan kvinnulandsdystinum móti Ukraina fríggjadagin 2. september skipar FSF fyri fjepparatiltaki uttanfyri No12 - Mynd: www.FSF.fo

FSF: Fríggjadagin 2. september klokkan 18:00 spælir føroyska A-landsliðið við kvinnum HM-undankappingardyst á heimavølli móti Ukraina, og vónandi vera nógv, ið koma á Tórsvøll at stuðla okkara kvinnum.

Í hesum sambandi ynskir FSF at bjóða øllum barna- og ungdómsliðum til fjepparatiltak og landsdyst.

Fjepparatiltakið verður á parkeringsøkinum uttanfyri No12, har møguleiki verður at royna seg í ymiskum stuttligum fótbóltsspølum, samstundis sum møguleiki verður at vinna m.a. landsliðstroyggjur.

Eisini verður skipað fyri livandi tónleiki og andlitsmáling, so øll koma í rættan dystarhýr.

Landsliðsbúðin verður eisini opin, har tað ber til at ogna sær nýggju landsliðstroyggjuna frá ERREA, og í No12 verður møguleiki at keypa tvíflís og djús fyri serprís (neyðugt við tilmelding).

Harafturat skipar Fótbóltssamband Føroya fyri bussflutningi til og frá Tórsvølli fyri tey, ið hava tørv á hesum.

Kostnaðurin fyri hvønn persón er einans 90 krónur. Tá er atgongumerki til dystin, tvíflís, djús og møguligur bussflutningur íroknaður. Íroknað kostnaðin er eisini atgongumerki til ein venjara fyri hvørt lið.

Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Freistin at boða frá luttøku er mikudagin 31. august.

Skráin fyri tiltakið
Kl. 16.00 Fjepparatiltak uttanfyri No12 (endar umleið kl. 17:30)
Kl. 18.00 Føroyar – Ukraina á Tórsvølli

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo