Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mánadagin fer starvsnevndin hjá FSF at viðgera íkomnu støðuna í samband við spurningin um tulking av grein 4 í fótbóltslógini - Mynd: www.FSF.fo

FSF: Í samband við fyrispurningar frá fólki og áskoðarum, hevur Dómaranevndin og Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya viðgjørt spurningin um tulking av grein 4 í fótbóltslógini, sum m.a. ásetur, at politiskir boðskapir vm. ikki eru loyvdir á búnum og útgerð.

Í hesum sambandi sendi FSF farna mikudag eina fráboðan til feløgini um, at grein 4 skal tulkast soleiðis, at politiskir boðskapir á búnum og úgerð ikki eru loyvdir. Hetta hevur síðan elvt til kjak millum feløgini.

Fótbóltssamband Føroya er ein felagsskapur hjá føroysku feløgunum, og roynt verður altíð at loysa møguligar ósemjur innanhýsis.

FSF fer tí fyrst í komandi viku at kalla inn til fund við formenninar at viðgera hesar spurningar nærri. Fundurin verður í FSF-húsinum mánadagin 26. apríl klokkan 18:00.

FSF hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið, fyrr enn hetta er umrøtt við føroysku fótbóltsfeløgini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo