Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

- FSF hevur verið í samband við UEFA og spurt um dystin millum KÍ og Slovan Bratislava, men eingin avgerð er tikin enn, hevur UEFA boðað frá í dag, sigur Christian Andreasen, FSF-forseti, við VP.

- Málið er framvegis til viðgerar í Aganevndini hjá UEFA, og UEFA upplýsur, at avgerð væntandi fyriliggur mánadagin, sigur Christian Andreasen.

Christian Andreasen sigur við VP, at bæði liðini eru av UEFA biðin um at fyrireika seg til komandi dyst, so ongar seinkingar verða.

Viðvíkjandi spurninginum, hví UEFA longu hevur skrivað á síni heimasíðu, at KÍ hevur vunnið dystin 3-0, sigur Christian Andreasen, at sambært UEFA, so var hetta eitt mistak.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo