Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Páll á Reynatúgvu hevur eftir øllum at døma fingið FSF og føroyskan fótbólt skeivt í hálsin.

Páll skrivar:

Meðan summi síggja FSF sum bureaukratiska soppin, har tú við FIFA-líknandi leiki og kammerataríði, kann tiltuska tær vald og pengar, so eru onnur sum síggja leiklutin hjá FSF, sum eitt fyrsitingarligt organ, sum er longdi armurin hjá feløgunum, tænari um tú vil, og samskipari av felagsvirkseminum hjá øllum feløgunum í landinum.

Nú veit eg ikki hvørji hesi “summi” eru, sum siga soleiðis við Páll.

Men eg havi ongantíð tey 12 árini eg havi verið forseti fyri FSF hvørki hoyrt ella sæð nakað til Páll á Reynatúgvu. Hvaðani hann hevur sínar keldur veit eg ikki, men hansara keldur eru púra skeivar.

Retorikkurin hjá Páll minnir ikki sørt á retorikkin í FSF fyri nøkrum árum síðani. Hesin retorikkur var faktist eisini við at forkoma felagsskapinum.

Lat meg taka samanum:

Tað eru føroysku fótbóltsfeløgini sum eiga FSF.

FSF er ein demokratiskur og opin felagsskapur. Vit hava aðalfund eina ferð um árið og síðani regluligar fundir við allar formennirnar í øllum feløgunum gjøgnum árið.

Leiðslan fyri FSF (forseti og nevnd) hava í meðal einar 5 felagsfundir við øll feløgini, har allar avgerðir av stórum týdningi, sum FSF tekur, verða umrøddar.

Á hesum fundum koma øll til orðanna, og tað kemur ikki fyri í praksis, at forsetin ella nevndin fyri FSF setur eina stóra avgerð í verk, uttan at feløgini fyrst hava tikið undir við hesum.

Afturat hesum hava vit eisini regluligar strategifundir við feløgini. Feløgini eru sostatt tey sum í rættuliga stóran mun seta dagsskránna.

Skal ein felagsskapur virka, som má hann hava eina leiðslu.

Eisini má felagsskapurin hava góð viðurskifti við sítt bakland.

Við tí leiðsluhátti, sum FSF hevur havt seinastu mongu árini, hevur friður valda kring felagsskapin, og hettar er eisini orsøkin til, at FSF og føroyskur fótbóltur hava ment seg við risa ferð seinastu árini.

Vit hava skipaði viðurskifti og okkara fótbóltsaktivitetur hevur ongantíð verið so so stórur sum júst nú.

FSF hevur saman við feløgunum lagt alstóran dent á at menna ungdómsfótbóltin, at fáa fleiri kvinnur at spæla fótbólt, at menna og luttaka við ungdómslandsliðum og krúnan á verkinum eru okkara A-landslið. A-landsliðið hjá monnum vann sín bólk í Nations League undir seinastu kapping og liðið hevur megna góð úrslit seinastu árini.

Fótbóltur er eisini kenslur, og tað skal sjálvandi eisini verða pláss fyri kritikki, men tá kritikkurin blívur so høpisleysur, sum tann hjá Páll – so má eg tala at.

FSF er limur í bæði FIFA og UEFA.

Hesir felagsskapir hava nakrar reglur at ganga eftir og FSF hevur skyldu at fylgja hesum reglum.

Bara í mínari forsetatíð hava hesir felagsskapir givið eitt íkast til føroyskan fótbólt uppá fleiri hundrað milliónir. Peningur, sum hevur verið brúktur til okkara rakstur, og peningur sum er nýttur til at byggja Tórsvøll fyri, at játta stuðul til feløgini til nýggjar graslíkisvallir, stuðul til nýggjar vallir, felagshús og nýggj ljós við vallirnar v.m.

Sjálvsagt verður FSF stýrt eftir teimum altjóða princippum, sum allur heimsins fótbóltur er skipaður eftir.

Hvørki FIFA ella UEFA hava nakran kommerciellan eigara. Tað eru limalondini sum eiga hesar felagsskapir.

Allur peningur, sum kemur inn frá altjóða fótbólti verður goldin víðari til limalondini, sum síðani brúka peningin til frama fyri lokalan fótbólt.

UEFA skipar fyri kappingunum í Europa, og føroysku feløgini sleppa eisini at luttaka í hesum kappingum. Eisini her er treytin, at feløgini fylgja teimum reglum, sum eru galdandi fyri fótbólt og hvussu leikarar og onnur skula viðfarast.

Eg fari at biðja Páll á Reynatúgvu um at ansa sær um orðini, tí slíkur retorikkur er ikki góður fyri føroyskan fótbólt – og tað veit mín góði vinur Páll eisini.

Christian Andreasen,
Forseti fyri FSF

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo