Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsufrøðiliga starvsstovan: Fuglakrím varð staðfest hjá heimafugli á Eiði í gjár.

Heilsufrøðiliga starvsstovan fekk fráboðan um nógvan deyðan fugl týskvøldið í hesi vikuni. Farið var á staðið. Har vóru høsn, sum vóru í høsnarhúsi við girðing runt um og dunnur, sum vóru í girðing tætt við. Flestu av hønunum og ein dunna vóru deyð innanfyri tveir dagar.

Í gjár, hósdagin vístu kanningar, at talan er um fuglakrím. Tað, sum er eftir av hønum og dunnum verður avlívað og burturbeint. Tað er ikki endaliga staðfest, hvat slag av fuglakrím, talan er um, men sannlíkt er ikki talan um HPAI H5N1, sum hevur herjað í Evropa seinastu árini, men um HPAI H5N5, sum hevur verið ávíst av og á, m.a. hjá villfugli í Norðurnoregi og Finnlandi.

Av tí, at tað er sannlíkt, at smittan kemur frá villum fugli, verður heitt á fólk, sum hava heimafugl, um at vera serliga ansin.

Fyrilit, ið allir eigarar av flogfenaði skulu hava, fyri at tálma smittuvandanum

Av tí, at vandi er fyri, at villur fuglur smittar heimafugl, skulu eigarar av heimafugli hava nøkur fyrilit, fyri at verja fuglin ímóti smittuni.

  • Hav eitt vakið eyga við fuglunum

Djóraeigarar skulu hava eitt serliga vakið eyga við fuglunum fyri at varnast, um fuglarnir síggja út til at vera sjúkir.

  • Gev Heilsufrøðiligu starvsstovuni boð, um fuglurin gerst sjúkur ella doyr

Um fleiri enn ein fuglur í einum djórahaldi gerast sjúkir ella doyggja, skal Heilsufrøðiliga starvsstovan  hava boð um hetta. Heilsufrøðiliga starvsstovan metir í hvørjum einstøkum føri um, hvørt neyðugt er at gera nærri kanning av fuglunum.

  • Livandi fuglur skal ikki flytast ímillum ymisk djórahald

Fyri at tálma smittuvandanum sum mest, skal livandi fuglur ikki flytast ímillum ymisk djórahald.

  • Gev heimafugli innandura, undir taki ella ver hjá til fuglurin er liðugur at eta

Gev heimafugli innandura ella undir taki, tá verður minni av villum fugli drigin til økið, og smittuvandin verður tá munandi lækkaður. Um ikki ber til at geva undir taki, kann fólk standa hjá heimafuglinum, meðan givið verður, og taka avlopið av fóðri burtur aftur, tá ið fuglurin er liðugur at eta.

  • Lat vera við at geva villum fugli nærhendis heimafugli

Tað er vanligt, at borgarar geva villum fugli, serliga um veturin. Í verandi støðu verður mett, at tey, sum ynskja at geva, kunnu gera tað við einari frástøðu uppá minst 20 metrar frá heimafugli.

  • Vaska fótbúnaðin

Fótbúnaður kann eisini lættliga dálkast av t.d. fuglaskarni, ið kann bera smittuna, og tí skal fótbúnaðurin vaskast, áðrenn og aftaná farið verður út í t.d. høsnarhús og inngirðingar.

Áheitan til almenningin
Heitt verður framvegis á fólk um at siga Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá, um komið verður fram á sjúkan ella deyðan fugl. Her hugsa vit serliga um rovfugl og heimafugl. Tó vilja vit eisini vita um annan sjúkan ella deyðan fugl, um 4 ella fleiri eru at finna innanfyri eitt avmarkað øki. Í fráboðanini skal upplýsast fuglaslag eftir førimuni og stað, har ið fuglurin er sæddur. Eisini er sera gott at senda mynd inn við knattstøðu, um tað er møguligt (flestu fartelefonir skráseta sjálvvirkandi knattstøðu á myndum). Upplýsingarnar verða nýttar til at fylgja við støðuni í Føroyum, og um neyðugt, at taka sýnir inn til nærri kanningar. Boðast kann frá á   hfs(at)hfs.fo   ella á tlf. 556400.

Heilsufrøðiliga starvsstovan metir í hvørjum einstøkum føri um, hvørt tað er neyðugt at gera nærri kanning av fuglunum. Vegna vanligan smittuvanda verður heitt á fólk, um ikki at nerta við sjúkan ella deyðan fugl.

Burturbeining av deyðum fugli, ið ikki skal kannast fyri fuglakrím

Um so er, at deyður fuglur verður funnin tætt við hús og urtagarðar, og Heilsufrøðiliga starvsstovan ikki metir, at tað er neyðugt at kanna fuglin nærri, kann fuglurin burturbeinast við vanliga húsarhaldsburturkastinum. Tó er týdningarmikið at halda gott reinføri, um fuglurin skal takast upp:

  • Ver í handskum
  • Best er at taka fuglin upp við einum posa á ranguni, og smoyggja posan útyvir fuglin
  • Bind knút á posan, og koyr hann í skrell
  • Vaska tær væl um hendurnar
  • Vaska klæðir og útgerð, ið hevur nortið við fuglin

Sjúkan
Fuglakrím  er ein sjúka, ið kann smitta øll sløg av fugli: t.v.s. villan fugl; flogfenað, so sum hønur, dunnur og gæs; og eksotiskar fuglar, so sum undulátar og kanariufuglar. Sjúkan kann smitta frá villum fugli til heimafugl, antin beinleiðis frá fugli til fugl, ella óbeinleiðis umvegis umhvørvi. Virusið kann yvirliva í umhvørvinum í minst 50 dagar. Vanlig sjúkutekin hjá smittaðum fugli eru niðursettur matarlystur, høvdið hovnar, og fuglurin fær trupulleikar við andaleiðini. Tó er ikki óvanligt at finna nógvar deyðar fuglar, áðrenn ein gerst varugur við sjúkutekin, og deyðatalið kann blíva sera høgt. Sjúkan rakar høsnafugl harðari enn antarfugl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo