Starvsfólk á flogvøllinum funnu ein deyðan persón í einum hjólabrunni eftir at Lufthansa-flogfar, LH 601, hevði lent í Frankfurt í morgun.
Flogfarið kom úr Teheran, skrivar Bild.
Hessenschau skrivar, at sambært løgregluni var deyði persónurin fyrst funnin 4 tímar eftir at Airbus 340-300-flogfarið hevði sett seg.
Løgreglan hevur ikki sagt nakað um identitetin hjá tí deyða persóninum, og ógreitt er eisini, hvussu leingi persónurin hevur ligið í hjólabrunninum, skrivar norska Dagbladet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo