Ítróttarfelagið Frælsi: So broyttist jaliga gongdin í arbeiðinum at basa covid-19 og vit hava tí avgjørt, at afturvendandi tiltakið Føroya Vakrasta Hálvmaraton verður broytt til eina tykisrenning: #MíttVakrasta2020, har vit ganga og renna okkara yndistúr í nærumhvørvinum.
Í løtuni eru gott og væl 500 luttakarar teknaðir til Føroya Vakrasta Hálvmaraton. Luttakarar fáa nærri kunning í næstum, eitt nú, um tey ynskja at flyta tilmeldingina til 2021 ella afturbering, hvar tey, sum hava keypt G&G troyggjuna, kunnu fara eftir henni og nýggja tilmeldingarslóð til tykisrenningina: #MíttVakrasta2020, har møguleiki eisini verður at lata stuðul til Krabbameinsfelagið eins og vanligt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo