Á middegi í dag stóðu fýra sløkkiliðsmenn frá Tórshavnar Sløkkiliði endaligu royndirnar í samband við útbúgvinginga sum bjargingarkavari.
Kavararnir fáa nú møguleika og loyvi frá mynduleikunum, at arbeiða sum bjargingarkavarar í føroysku tilbúgvingini.
Á myndini síggja vit bjargingarkavararnar, eftir at seinasta royndin er avgreidd.
Frá vinstru síggja vit Janus Joensen, lærara, Jógvan J. Joensen, hjálpara, Martin Sivertsen, Høgna Dam, Rógva Danielsen, Andras Hammer og Heiðrik Christiansen, próvdómara.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo