Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Allahalgannadagur stundar til og longu nú ber til at staðfesta, at hetta árið hevur kravt sítt í so máta.

Fólkakirkjan skrivar á heimasíðuni, at í brátt farna allahalganna ári kravdi sjólívið og yrki við sjógvin fýra mannalív

Við sorgblídni, virðing og tøkk nevna vit nøvn teirra:

  • Tann 21. november doyði Jóhan Petur Suni Olsen, 56 ára gamal. Hann sigldi við skipinum Hav- Nordlandia, ið lá við bryggju í Miðvági. Hann var búsitandi á Strondum.

  • Tann 22. februar druknaði Petur Johansen við aliringarnar í Miðvági, 52 ára gamal. Hann búði í Miðvági.

  • Tann 13. februar doyði pólendingurin Maciej Krzysztof Broniszewski umborð á Suðringi undir fiskiskapi undir Føroyum, 48 ára gamal. Hann var búsitandi í Froðba.

  • Tann 18. juni druknaði Karl Sofus Lamhauge Garðalíð við Vestaru bryggju í Havn, 59 ára gamal. Hann var ávegis umborð á Túgvustein, ið lá við bryggju. Hann búði í Vestmanna.

Allahalgannadag, tann 1. novembur, minnast vit tey, ið sjólótust ella lótu lív í sínum yrki á sjónum vegna sjúku ella vanlukku. Dagurin verður hildin kring alt landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo