Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Stutt fyri midnátt í gjár andaðist Hansara kongaliga hátign Heindrikur prinsur, 83 ára gamal.

Heindrikur prinsur var ein avhildin maður í Føroyum. Honum tóktist at hugna sær og trívast væl millum føroyingar. Ofta var hann fúsur við einari knappari og skemtiligari viðmerking, og altíð vísti hann áhuga fyri føroyskum viðurskiftum.

Fyrstu ferð Heindrikur prinsur vitjaði oyggjarnar var í 1971. Hetta var árið fyri, at krúnprinsessa Margretha gjørdist drotning. Hann var í alt 10 ferð á almennari vitjan í Føroyum. Altíð við Margrethu drotning við sína lið. Seinastu ferð hann var á almennari vitjan var í 2010.

Heindrikur prinsur var føddur í 1934 í Fraklandi. Fyrstu árini búði hann í Vjetnam, tók universitetsprógv í Fraklandi og arbeiddi seinni sum diplomatur í London. Í 1967 giftist hann Margrethu krúnprinsessu. Tey eiga synirnar Krúnprins Fríðrik og Prins Joakim, umframt átta ommu- og abbabørn.

Vegna Landsstýrið og Føroya fólk vísi eg samkenslu við Hennara hátign Margrethu drotning og húski hennara í sakni og sorg teirra, nú Heindrikur prinsur er farin.

Vit minnast Hansara kongaligu hátign Heindrik prins í takksemi og virðing. Hvíl í friði.

Aksel V. Johannesen, løgmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo