Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Runavík: Visit Runavík fer komandi tíðina at seta íverksetan og ferðavinnu á breddan. Talan er um eina fyrilestrarøð, har sjóneykan verður sett á íverksetan og møguleikar innan ferðavinnuni.

Toymið á Visit Runavík hevur í rúma tíð arbeitt við at skipa staðbundnar verkætlanir innan ferðavinnu, har meginparturin av inntøkunum fer til bygdina, staðbundnar felagsskapir ella bygdafólkið. Vit miða altíð ímóti, at trivnaður og nøgdsemi eru í hásæti, tá ið vit skipa ferðavinnu, sigur Marjun Niclasen úr Visit Runavík. Vit vóna, at onkur fyrilestur kann geva íblástur til fólk í Runavíkar kommunu at byrja eitthvørt virksemi, so fleiri úr lokala økinum kunnu bjóða seg fram, tá ið talan er um staðbundnar upplivingar, gisting, vistveiting, heimablídni ella okkurt líknandi. Fleiri áhugaverdar og serstakar upplivingar eru longu í kommununi, men hetta er ein roynd at fáa fleiri at leggjast afturat.

Fyrilestrarnir eru skipaðir á ymsan hátt. Antin fara íverksetarar at greiða frá sínum royndum ella verður eitt evni á skrá td. hópfígging, at stovna virki ella eitthvørt ítøkilig tema.

Fyrilestrarnir verða á Bókasavninum við Løkin í Runavík, og ætlanin er at hava ein fyrilestur um mánaðin.

Fyrsta kvøldið verður hóskvøldið 26. oktober við Odu Andreassen, íverkseta. Fyrilesturin ber heitið: “Far til verka”. Oda fer m.a. at greiða frá síni tilgongd sum íverkseti og letur fólkum góð ráð á vegnum, tá ið nýtt virksemi verður sett í gongd.

Samson Højgaard er íverkseti og eigari av boat.fo. Hann fer at greiða frá, tá ið hann byrjaði sítt virksemi, um tilgongdina og hvussu støðan er í dag.

Næsti fyrilesturin verður 13. november, og tá er tað Heimablídni, sum er á skrá. Tá eru tað Súsanna Sørensen úr Visit Faroe Islands og Harriet Olafsdóttir, íverkseti sum leggja fram. Tann 29. januar er hópfígging evni, og tá er tað m.a. Sigrun Jónsveinsdóttir úr íverksetarahúsinum, sum luttekur.

Meira er at frætta á facebookvanganum hjá Visit Runavík og á heimasíðuni www.visitrunavik.fo

Toymið vónar, at bæði ung sum eldri fara at luttaka, tí óansæð aldur ber til at gerast ein partur av ferðavinnuni. Tað er ókeypis at luttaka, og ein drekkamuður verður eisini at fáa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo