40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Rockbólkurin The Rolling Stones hevur verið virkin í 60 ár, og hóast teir báðir, Mick Jagger og Keith Richards, ið eru teir einastu, ið eru eftir av upprunaligu manningini, nú eru 78 ára gamlir, hava teir ongar ætlanir um at gevast at spæla.

Rolling Stones standa ikki aftan fyri The Beatles, tá ið umræður týdning fyri populertónleik og ávirkan á ungdómin.

Sjálvir kalla teir seg heimsins besta rock'n roll orkestur.

Og Rolling Stones hugtók eisini ungfólk í Sørvági í 1960'unum við sínum nógvu fangandi hittum.

Ein teirra var Erhard Jacobsen, og mánakvøldið 14. februar kl. 19.00 fer hann at spæla løg hjá Rolling Stones og halda fyrilestur í Gamla Skúla, ið hann kallar Míni 60 ár við Rolling Stones.

Eitt kvøld fyri popparar og Stonesfjeppar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo