Tað einasta tíðarskeiðið, ein kvinna veruliga kann broyta ein mann, er meðan hann er smábarn
- Natalie Wood

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Húsarhaldsskúli Føroya: Hóskvøldið 08. juni kl. 19.30 ferð Sissal Kj. Kristiansen at halda fyrilestur undir heitinum: Ull-Binding-Mentan-Samleiki.

Innihaldið í fyrilestrinum ferð at  snúgva seg um, hví ull og binding hava so stóra ávrikan á føroyska samleikan og føroysku mentanina.

Sissal Kristiansen er sniðgevin handan Shisa Brand. Shisa Brand for av álvara at binda og sniðgeva til føroyingar í 2013, og hevur drívmegin hjá Sissal alla tíðina verið, at skapa snið, ið virða føroysku ullina og føroyskan bindisið. Shisa Brand ynskir skapa snið, ið bæði hava eina føroyska kjarnu, men sum eisini eru í tráð við hennara fagurfrøðiliga ans og stíl.

Fyrilesturin er almennur og er á Húsarhaldsskúla Føroya.

Øll eru hjartaliga vælkomin til fyrilesturin, sum er ókeypis, tó er neyðugt  at melda til á hsf@husarhaldsskulin.fo  ella ringa á tlf. 216974 áðrenn kl. 16.00 hósdagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo