Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsumálaráðið: Eitt universitetssjúkrahús er eitt sjúkrahús, sum umframt tað vanliga virksemið, ið er at viðgera sjúklingar, eisini fremur gransking og tekur sær av útbúgving av heilsustarvsfólki, eitt nú læknum og sjúkrarøktarfrøðingum, í tøttum samstarvi við eitt ella fleiri universitet. Eitt universitetssjúkrahús hevur eisini ta fakligu viðurkenning sum krevst, til at starvsfólk og granskarar kunnu vinna sær akademisk heiti við teirra virksemi har.

At Sjúkrahúsverkið verður universitetssjúkrahús, kemur sjúklingunum í Føroyum til góðar. Gransking vísir, at sjúkrahús sum raðfesta at teirra heilsustarvsfólk fáa umstøður og tíð til gransking og undirvísing veita betri sjúklingaviðgerð. Harumframt eru sannlíkindini størri fyri, at granskað verður meira í serføroyskum viðurskiftum, tá ið granskingin fer fram í Føroyum.

- Eitt universitetssjúkrahús er við til at fáa fatur á teimum dugnaligastu og royndu heilsustarvsfólkunum, tí tað eru júst tey starvsfólkini, sum arbeiða við útbúgving og gransking. Tað er við til at tryggja, at okkara Sjúkrahúsverk framhaldandi verður ført fyri, at veita sjúklingarøkt og sjúklingaviðgerð á høgum stigi, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Við einum universitetssjúkrahúsi verður eisini møguligt at bjóða heilsustarvsfólki bæði størv og granskingarmøguleikar. Mett verður, at tað fer at vekja áhugan hjá fleiri læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki at starvast í Sjúkrahúsverkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo