Hann sum ikki girnast maktina er skikkaður at hava hana
- Plato

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Føroyar vóru fríggjadagin fyri teprum tapi í fyrsta dystinum í Nations League, tá ið Montenegro vunnu 0-1 á Tórsvølli. Leygardagin gekk leiðin til Kýpros, og Signe Pries Andersen, høvuðsvenjari, letur væl at fyrireikingunum.

– Hóast eitt skuffandi úrslit fríggjadagin, so er tað nógv, ið vit kunnu taka við okkum víðari til komandi dyst. Fyrireikingarnar ganga væl her niðri. Vit skulu venja okkum við nógva hitan, men umstøðurnar eru góðar, og allir leikararnir eru klárir og væl fyri, undantikið Margit Magnusdóttir, sum stríðist við ein skaða, og tí ikki verður við.

– Til dystin í morgin skulu vit koma betri frá byrjan, enn vit gjørdu móti Montenegro. Leikararnir skulu venja seg við at møta øðrvísi mótstøðu, enn tær hava gjørt seinastu árini, har vit nú hava betri møguleikar at menna okkara spæl við bóltinum. Vit skulu eisini minnast til, at vit eru tíðliga í tilgongdini við nýggjum venjara, har vit enn arbeiða við at fáa tað grundleggjandi uppá pláss, og so síggja vit hetta sum eina menningartilgongd, har vit ætla okkum at arbeiða hart og støðugt fyri at blíva betri – bæði sum lið, men eisini sum einstaklingar.

Dysturin millum Kýpros og Føroyar byrjar kl. 17.00 føroyska tíð, og verður vístur á R1 í Televarpinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo