Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Áheitan á samgonguna:

Felagið føroyskir fyritíðarpensionistar heitir á samgonguna, um at taka aftur lógaruppskotið um hækkan av prísunum á heiligvági.

Limirnir í okkara felag hava flest allir tørv á lívsneyðugum heilivági og tá vit frammanundan eru ein láglønarbólkur skal ikki nógv til at koppa búsketti.

Hetta er at leggja stein omaná byrði og vandin fyri at okkara limir ikki fáa tann heilivág ið er lívsneyðugur fyri teir er stórur, knapt 200 kr um mánaðin er sera nógv fyri ein fyritíðarpensionist.

Alt í samfelaginum er dýrkað met nógv og um valið stendur millum mjólk og breyð til børnini ella heilivág, so er ikki ringt at gita hvat liggur fremst.

Felagið heitir enn einaferð staðiliga á samgongun um at taka lógaruppskotið aftur.

Nevndin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo