40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Dátueftirlitið hevur heitt á løgregluna um at skuldseta eina fyritøku fyri brot á dátuverndarlógina.

Í august í 2022 gjørdist Dátueftirlitið varugt við, at ein fyritøka savnaði og goymdi persónupplýsingar uttan neyðuga heimild og uttan at veita teimum skrásettu nøktandi kunning.

Fyritøkan bjóðaði veitarum at lýsa umvegis heimasíðuna hjá fyritøkuni. Tey skrásettu kundu so seta seg í samband við hesar veitarar gjøgnum heimasíðuna hjá fyritøkuni. Men tá hetta var gjørt, var skipanin hjá fyritøkuni sett at savna inn og goyma upplýsingar um tey skrásettu. Talan var um upplýsingar, ið annars bert vóru ætlaðar viðkomandi veitara. Hetta varð gjørt, uttan at fyritøkan hevði fingið samtykki frá teimum skrásettu, og uttan at fyritøkan á nøktandi hátt kunnaði tey skrásettu um, hvat fór fram.

Undir viðgerðini av málinum gjørdist greitt, at fyritøkan hevði tvær ymiskar skipanir til sama endamál, og at báðar skipanir vóru stillaðar at goyma persónupplýsingar, ið bert vóru ætlaðar til tann veitara, ið tann skrásetti setti seg í samband við. Dátueftirlitið metti, at í einum tíðarskeiði á umleið hálvanannan mánað hevði onnur skipanin í 16 førum ólógliga savnað inn persónupplýsingar.

Fyritøkan sjálv metti seg hava fingið samtykki, tí at tey skrásettu sjálv høvdu tøppað upplýsingarnar inn í skipanina. Fyritøkan metti seg eisini hava givið teimum skrásettu kunning, tí í skipanini stóð ein stuttur tekstur um, at eitt avrit av boðunum varð sent til fyritøkuna. Men sambært dátuverndarlógini eru ávísar treytir til eitt samtykki og til kunningin til tann skrásetta. Í hvørgum av førunum livdi fyritøkan upp til treytirnar í løgtingslógini.

Fyritøkan hevði heldur ikki gjørt yvirlit yvir viðgerðir soleiðis sum álagt er í § 44, stk. 1.

Samanumtikið metti Dátueftirlitið, at fyritøkan hevði brotið § 7, stk. 1, § 8, stk. 1, §§ 21 og 23 og § 44 í dátuverndarlógini.

Dátueftirlitið hevur tí heitt á løgregluna um at skuldseta fyritøkuna fyri brot á hesar ásetingar, og mælt til, at málskravið verður ein sekt á 100.000 kr.

Støddin á sektini er ásett sbrt. vegleiðingini hjá danska Datatilsynet. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo