William Barr var løgmálaráðharri í stjórnini hjá Donald Trump tá hesin var forseti. Í eini samrøðu við Fox News sigur hann, at hann heldur, at tað sær svart út hjá fyrrverandi forsetanum.
- Um bara helvtin av ákærunum passa, so er Trump liðugur, sigur hann og leggur afturat, at serligi ákærin sum stendur fyri málinum hevur fatur í rætta endanum.
Av teimum 37 ákærunum, sum eru reistar ímóti Donald Trump, snúgva tær 31 seg um loyniligu skjølini sum fyrrverandi forsetin av órøttum tók við sær, tá hann flutti úr Hvítu Húsunum.
Sjálvur hevur Donald Trump fleiri ferðir sagt, at herferðin ímóti sær er ein "heksajagstran".
Men tað heldur William Barr vera ein láturligan pástand.
Trump skal møta í rættinum týsdagin at taka formliga ímóti ákærunum ímóti sær.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo