Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Myndir av horvnum ísraelum, sum kanska eru tiknir til fanga av Hamas.

Myndir av horvnum ísraelum, sum kanska eru tiknir til fanga av Hamas.

- Bara tíðin kann vísa, hvussu hetta fer at enda. Men vit fara at síggja eitt blóðbað uttan líka næstu dagarnar og vikurnar, tað er ongin ivi um tað.

Soleiðis sigur fyrrverandi norski sendiharrin í Ísrael, Jon Hanssen-Bauer, við NRK.

Seinasta samdøgrið eru nógvar 100 rakettir skotnar inn í Ísrael úr Gaza. Ísrael hevur svarað aftur og nógv 100 eru deyð og nógv 1000 løstað á báðum síðum tilsamans.

Hartil eru nógvir ísraelar tiknir gíslar av Hamas seinasta samdøgrið, og tá Ísrael hevur sum ófrávíkiligan politikk, at ísraelar sum eru fangar skulu fríast fyri einhvønn prís, er lítið annað sannlíkt enn, at tað stendur ein ræðulig tíð fyri framman, ikki minst fyri vanliga fólkið.

- Hetta er tað ringasta sum kundi henda. Ísrael hevur onki annað val enn eitt risaálop, og hvør veit, hvussu mótparturin so svarar sigur fyrrverandi norski sendiharrin í Ísrael.

Fleiri eygleiðarar samanbera støðuna í dag við Yom Kippur kríggið í 1973, tá Egyptaland og Sýria lumpaðu Ísrael og lupu á landið á størsta halgidegnum hjá jødunum. Arabararnir vildu vinna aftur landaøki, sum Ísrael hevði tikið undi seks daga krígnum í 1967. Tá stóð nógv á hjá Ísrael, sum kortini megnaði at vinna á fíggindanum.

Hvussu ísraelska fregnartænastan, Mossad, sum annars er kend fyri at vera ein tann besta í heiminum, ikki megnaði at avdúka álopið sum nú hevur elvt til stórkríggj, er mongum ein gáta. Og uttan iva fara høvd at rulla í ovastu leiðsluni hjá fregnartænastuni næstu tíðina.

Myndir av horvnum ísraelum, sum kanska eru tiknir til fanga av Hamas.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo