Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyrrverandi russiski forsetin, Dmitrij Medvedev heldur, at tað er ongin ivi um ætlanirnar hjá hernaðarliga Wagner bólkinum sum fyrr hevur stuðla Vladimir Putin og hansara stýri, men nú hevur vent sær ímóti Moskva.

- Tað er týðuligt, at hetta er ein væl gjøgnumhugsað ætlan at taka valdið í landinum, segði Medvedev við russiskar miðlar í gjár.

Hann legði afturat, at um tað hendir, at kjarnorkuvápnaveldið Russland er fyri nøkrum tílíkum, so er tað sera vandamikið fyri allan heimin.

Dmitrij Medvedev vildi ikki útilokað, at Wagner fær stuðul frá øðrum londum og eisini frá týðandi politikarum og embætisfólkum í Kreml.

Dmitrij Medvedev er næstformaður í russiska trygdarráðnum og hann var forseti í Russlandi árini frá 2008 til 2012.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo