Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Leygardagin 4. mai kl. 15 verður Barnaprix á Torginum í SMS. Hetta er fyrsta Barnaprix umfarið í meira enn 14 ár, og er undirtøkan sera góð.

Tað vera 12 børn, sum fara at syngja í SMS leygardagin. Børnini eru millum 8-13 ár, og tey hava valt ymsar sangir at framføra.

Afturat Barnaprix luttakarunum verður undirhald við Hip-Hop dansarum, og eisini fer Beinir Troest at framføra.

Trý børn sleppa víðari til finaluna, og tá fara tey at kappast um at framføra á G! Festivalinum, Tórsfestivalinum og á Summarfestivalinum, og afturat tí fáa tey eisini gávukort frá SMS.

Vertirnir til øll umførini eru kend andlit millum bæði børn og vaksin, nevnliga Angela Petersen og Vár Berghamar Jacobsen. Somuleiðis eru tað roynd fólk innan føroyska tónleikaheimin, sum verða dómarar.

Trý undanumfør vera í sambandi við Barnaprix, og finalan verður í SMS 25. mai. Tað fyrsta undanumfarið verður 4. mai í SMS, tað næsta 16. mai í Atlantis í Klaksvík og tað triðja 18. mai í Løkshøll í Runavík.

Tað er ‘Veia’ við Angelu Petersen, Vár Berghamar Jacobsen og Eir í Ólavsstovu, ið eru fyriskiparar av Barnaprix 2019.


Børnini kunnu tekna seg til komandi undanumfør á www.Barnaprix.org. Nøkur fá pláss eru eftur. Har kanst tú eisini lesa meira um Barnaprix.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo