At skifta hjúnafelaga er bara at skifta einar trupulleikar út við aðrar
- Kathleen Norris

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ársins fyrsta bátatiltak er Bátafestivalurin á Toftum. Eins og undanfarin ár, so verður hann eisini í ár fyrsta leygardag í mai-mánaði, sum er 5. mai.

Meðan bátafólkið pussar upp, leggja fyrireikararnir seinastu hond á víðfevndu skránna, sum verður kunngjørd seinni.

Dan heldur røðuna fyri bátafólkinum

Leisturin verður kortini hin sami og væl kendi. Dagin fyri – fríggjadagin klokkan 16.00 – letur kampingøkið upp. Klokkan 12.00 leygardagin møtast bátarnir í Skálafirði, og hálvan tíma seinni setir bátafylgið kós ímóti Oyrunum á Toftum, hagar teir koma klokkan 14.00.

Í ár verður tað Dan Reinert Petersen, ið fer at flyta fram vælkomurøðuna í Oyrunum. Dan er saltnesmaður, fyrrverandi lærari og tingmaður, sum eisini kennir væl til sjólívið.

Suppa, sangur – og dansur

Eftir tiltakið í Oyrunum, har harmonikurnar eisini ljóma, savnast bátafólkið á ‘Nyki’ at fáa tiltiknu suppuna og annað gómagott.

‘Syngið við’-tiltakið við harmonikutónleiki byrjar klokkan 18.40 og varir í umleið hálvan annan tíma. Klokkan 23.00 byrjar dansurin í teltinum.

Bill undirheldur

Allan dagin verður matarsøla, tónleikatiltøk og undirhaldstiltøk fyri børn og vaksin, sum kunnað verður um seinni. So mikið er tó vist og váttað, at Bill Justinussen, tingmaður, undirheldur í teltinum klokkan 16.30.

Fyrireikararnir bjóða øllum at vera væl komin á Bátafestivalin á Toftum 2018. Meiri kunning sæst á facebook.com/batafestivalurin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo