40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

FT: Føroya Tele hevur sett sær stór mál at minka CO2-útlátið hjá samtakinum. Málini eru sett við støði í nýggjastu veðurlagsvísindini, og samtakið hevur somuleiðis bundið seg til at fylgja Science Based Targets initiativ. Málini innbera í stuttum, at samtakið vil verða CO2-frítt í 2030 í mun til CO2 útlát, sum samtakið hevur beinleiðis ávirkan á.

Sum liður í hesum arbeiði meldaði Føroya Tele seg til Science Based Targets initiativ (stytt SBTi) við ársbyrjan 2023. Talan er um eina altjóða samgongu við stuðli frá ST. Samgongan hjálpir fyritøkum at tryggja, at veðurlagsmál liva upp til mál í París-avtaluni.

“Vit eru sera errin av, at okkara mál eru góðkend av einum altjóða viðurkendum stovni sum Science Based Targets initiativ. Við hesi góðkenning eru vit við at ganga á odda á burðardyggu leiðini; hond í hond við nýggjastu veðurlagsvísindini. Hetta vísir umheiminum, at vit taka veðurlagsbroytingarnar í álvara og vilja gera okkara fyri at tryggja eina burðardyggari framtíð”, sigur Jan Ziskasen, samtaksstjóri á Føroya Tele.

Fyri at fáa góðkenning frá SBTi ger stovnurin eina meting av málunum hjá einstøku fyritøkuni og tekur eitt nú atlit til, um málini liva upp til altjóða standardir, eru veruleikakend og eru knýtt í eina hóskandi tíðarrammu.

Fyri Føroya Tele merkir góðkenningin, at vit hava sett burðardyggu kósina heilt rætt og kunnu halda fram við stóra og týdningarmikla arbeiðinum á burðardyggu leiðini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo