Valurslit.fo: Í 1971 stillar fyrsta kvinnan upp til eitt fólkatingsval í Føroyum. Tað er Jona Henriksen, sum bjóðar seg fram fyri Javnaðarflokkin. Jona fekk 181 persónligar atkvøður á fólkatingsvalinum í 1971.
Á fólkatingsvalinum í 1971 stilla 25 valevni upp í alt fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Sjálvstýrisflokkin, Framburðsflokkin og Uttanflokkalistan.
Tað er títt millum fólkatingsvalini í 70-árunum. Á fólkatingsvalinum í 1973 stillar Beate L. Samuelsen upp fyri Sambandsflokkin, og seinni leggjast fleiri kvinnur afturat teimum ymisku listunum.
Tað er framvegis bara eina ferð í føroysku fólkatingssøguni, at ein kvinna er vald. Tað var Lisbeth L. Petersen úr Sambandsflokkinum, sum vann annan sessin á fólkatingi í 2001 við 2.288 persónligum atkvøðum.
Tann ríkisrættarligi spurningurin var í hæddini um aldarskiftið, og eftir valsigurin hjá Sambandsflokkinum hetta kvøldið, sigur forkvinnan við Dimmalætting:
“Við úrslitinum á fólkatingsvalinum hesaferð, haldi eg gott, at vit kunnu siga, at loysingin nú er skotin nógv, nógv ár fram.”
Á fólkatingsvalinum í 2001 eru 23 prosent av valevnunum kvinnur.
Valurslit.fo er hagtalsbanki við søguligum føroyskum valúrslitum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo