Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

TUTL: “Let The Ship Come In” er fyrsta staklag frá føroysku songkvinnuni Edith Dahl Jakobsen.

Edith hevur fingið íblástur til sangin frá málninginum Várdagur - skip fara (1937-1938) hjá væl kenda listamanninum Sámal Joensen-Mikines. Várdagur hevur í sær kenslur av tómleika, tunglyndi og vónloysi, ið kemur av at sita eftir tá ið menn fara til sjós.

Fínar, symmetriskar linjur í fáum litum draga fram eina sorgarbundna kvinnu, og tað er henda frásøgnin ið er at finna í sangtekstinum og lagnum hjá Edith.

Fyrsta møti Edith Dahl Jakobsen hevði við sang var í kirkuni sum bert tvey ára gomul, og síðani hevur tónleikurin verði ein stórur partur av lív hennara. Tá ið hon skrivar tónleik, dregur Edith íblástur frá umhvørvi hennnara: fólk, støð, náttura, list, og tónleik.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo