40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

Føroya Politi: Í málinum var ein 26 ára gamal maður ákærdur fyri, undir serliga skerpandi umstøðum, at hava havt eina riflu við kikarasikti og 90 patrónir við sær í einum bili. Riflir eru í útgangsstøðinum ólógligar í Føroyum, og ákæruvaldið hevði tí reist ákæru eftir § 192a.

Í dómsniðurstøðuni vísti Føroya Rættur á, at tað er fevnt av § 192a í revsilógini at hava eitt vandamikið vápn um hendi á almennum stað, og at tað ikki vóru umstøður í ítøkiliga málinum, sum høvdu við sær, at talan ikki var um serliga skerpandi umstøður. Rætturin vísti á, at hóast vápnið var tikið sundur, kundi tað skjótt og lætt setast saman aftur.

Tá ið mett var hvat revsingin skuldi verða, vísti Føroya Rættur á, at tað í viðmerkingunum til ásetingina, sum var sett í gildi 1. januar 2010, stendur, at hevur tú vandamikil vápn um hendi saman við lóðuri á almennum støðum, skal hetta í útgangsstøðinum hava eina revsing við sær uppá fongsul í 6 mánaðar.

Maðurin bleiv dømdur 7 mánaða treytaða fongsulsrevsing. Málið fevndi afturat vápnamálinum um eitt harðskapsmál og eitt mál um deiling av einum sjónbandabroti.

Dómurin er ikki kærdur.

§ 192a ljóðar soleiðis: Tann, sum ímóti løgtingslóg um vápn o.a. undir serliga skerpandi umstøðum hevur skotvápn um hendi, hevur skotvápn uppi á sær ella nýtir skotvápn, verður revsaður við fongsli í upp til 4 ár, tá ið brotið fer fram á einum stað, har frítt er hjá almenninginum at koma.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo