Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mánadagin setti Håkan Ericson navn á teir 23, ið eru úttiknir til UEFA Nations League-dystirnar móti Malta og Andorra, sum verða 3. og 6. september - Mynd: Bjarni Enghamar

Mynd: Bjarni Enghamar

Mánadagin setti Håkan Ericson navn á teir 23, ið eru úttiknir til UEFA Nations League-dystirnar móti Malta og Andorra, sum verða 3. og 6. september - Mynd: Bjarni Enghamar

Mánadagin setti Håkan Ericson navn á teir 23, ið eru úttiknir til UEFA Nations League-dystirnar móti Malta og Andorra, sum verða 3. og 6. september - Mynd: Bjarni Enghamar

Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Fyrrapartin mánadagin varð skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum, har Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, setti navn á teir 23 spælararnar, ið eru úttiknir til UEFA Nations League-dystirnar móti Malta og Andorra.

Tríggir spælarar eru úttiknir hesaferð, ið ikki hava verið á A-landsliðnum áður. Talan er um Daniel Johansen, Heðin Hansen og Dan í Soylu, ið allir koma úr HB.

Harafturat hevur Håkan Ericson útikið Tórð Thomsen, Sonna Ragnar Nattestad, Gunnar Vatnhamar og Andreas Lava Olsen, ið allir hava verið burtur frá landsliðnum í styttri og longri tíðarskeið.

Hósdagin 3. september klokkan 19:45 spæla Føroyar og Malta á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 6. september klokkan 14:00 spæla Andorra og Føroyar á Estadi Nacional í Andorra.

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
René Shaki Joensen, HB
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Daniel Johansen, HB
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Norra)
Heini Vatnsdal, KÍ
Heðin Hansen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Odmar Færø, KÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Meinhard Egilsson Olsen, GAIS (Svøríki)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)
Adrian Justinussen, HB
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborgs (Svøríki)
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Dan í Soylu, HB
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ

Mynd: Bjarni Enghamar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo