40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Í morgin er ikki bert heystmarknaður í miðbýnum og langur leygardagur hjá handlunum. Undir Heygnum á Tvøroyri letur nevniliga optikhandil upp í hølunum, har Hárfríðkanarstovan Heidi, lýsingarvirkið Lýsing og K-Revisión áður hildið til.

Okulus Optik er navnið á nýggja handlinum í Suðuroynni og tað er Beinta Bjarkhamar, ið eigur og rekur hann. Beinta er útlærd sum optikari á Københavns Erhvervsakademi og hevur hon starvsroyndir frá Louis Nielsen og Vision í Keypmannahavn. Hon hevur eisini royndir frá Optika í Tórshavn.

Beinta varð útlærd í februar í ár og eftir at hava búleikast í Keypmannahavn í 3,5 ár, var eingin ivi í hennara sinni – hon vildi heim á klettarnar aftur. Nú var ein optikhandil í heimbygdini, Vági, tí gjørdi hon av at útvega sær hølir á Tvøroyri. Hon heldur til í hølum, í bygninginum Undir Heygnum 17.

Beinta er sera spent at fara í gongd og at sleppa at heilsa uppá viðskiftafólk, komandi tíðina. Okulus Optik fer at bjóða sjónskanningar og selja brillur og linsur til ein hvønn tørv. Handilin umboðar merkis sum WeSC, i-spax og RayBan. Eisini fáast onnur merkir, til sera kappingarførir prísir.

Í morgin frá 13:00 – 17:00 verður so høvið hjá fólki at støkka inn á gólvið, síggja handilin og heilsa uppá Beintu. Beinta sigur, at “til ber altíð at fáa eitt prát og ein kaffimunn, so kunnu vit finna loysnina júst til tín tørv”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo