

Tvey kornfarmaskip eru komin til ukrainska havnarbýin Tjornomorsk í Odesa eftir eini nýggjari rutu, tað skrivar BBC.
Higartil er rutan í Svartahavinum bert brúkt til at sigla út úr Ukraina.
Skipini skulu frakta 20.000 tons av hveiti, sum skal flytast til Egyptalands og Ísrael.
Russland hevur sagt, at øll farmaskip eru álopsmál, eftir at landið í juli ikki vildi endurnýggja ST-kornavtaluna, sum annars tryggjaði, at skip sum fraktaðu korn ikki vóru álopsmál.
Ukraina hevur lýst nýggju, tryggu siglingarleiðina fyri at fáa gongd á aftur útflutningin, men tað er ikki vist, at Russland fer at virða leiðina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo