Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: 5. februar var fyrsti dagur á skúlabonki hjá 21 hjálparfólkum á dagstovnum í Tórshavnar kommunu. Tey lesa námsfrøði á VIA University College í Viborg í Danmark.

Tey lesandi vóru spent, og væl varð tikið ímóti teimum á stovninum.

Útbúgvingin er ein professiónsbachelor í námsfrøði, og er skipað sum ein parttíðarútbúgving. Starvsfólkini arbeiða samstundis, sum tey eru námsfrøðilesandi. Starvsfólkini fáa løn sum vanligt, burtursæð frá døgunum, tá tey eru í skúla.

Útbúgvingin tekur 3,5 ár.

Tórshavnar býráð samtykti í november í fjør at skipa fyri einari námsfrøðiútbúgving fyri hjálparfólk, ið arbeiða á dagstovnum í Tórshavnar kommunu. Hetta fyri at lyfta støðið og bøta um starvsfólkatørvin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo