Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Árliga svimjingin úr Havn til Nólsoyar hevur verið í dag. Fyrstur um málið í Nólsoy var Oluf Færø.

Við tíðini 1:22:26. Honum í hølunum var Erling Eidesgaard.

Við tíðini 1:24:58 og nummar trý var Eyðun Húsgarð við tíðini 1:28:50.

Hóast teinurin um fjørðin er fýra kilometrar í beinari linju, varð svomið áleið seks kilometrar, tí fyrilit mátti takast fyri streymi og sjóðarfalli.

Metið at svimja um fjørðin er 1:07.48. Tað setti Cecilia Eysturdal 2012.

11 svimjarar luttóku út um fjørðin og svimjilíkindini vóru sum heild góð.

Allir svimjarar hava bát við sær sum fylgjarar, og Nólsoyar Bjargingarfelag tekur ímóti, so trygdin er í hásæti.

Svimjingin um Nólsoyarfjør hevur verið fastur táttur á ovastevnu síðan 1998. Og fyriskipararnir gleðast um, at áhugin fyri havsvimjing er so stórur.

Myndirnar hevur Evy Toftegaard Nielsen tikið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo