Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í dögunum 11.-13. juli verður G! Festival í Syðrugötu. Aftur í ár verður tað stuttligt, áhugavert og bergtakandi at koma á festivalin. Tónleikaskráin verður fjölbroytt, og festivalökið verður pakkað við spennandi tiltökum. 

At röra í grýtuni og skapa íblástur í föroyskt tónleikalív krevur góða kunning, sum skal vera lött atkomilig á einum palli á netinum, og hesum skal appin Sona skipa fyri á ársins festivali. 

Sona og G! Festival samstarva í ár um kunningarátökini, og tað innber milum annað, at tónleikaskráin sæst beinleiðis á appini, har týdningarmikil kunning og annað eisini verður tökt, ímeðan góði tónleikurin verður at hoyra av fýra ymiskum pallum á G! Festival.

Umframt skrá og kunning um festivalin og tónleikabólkarnar, fer G!-bussurin at koyra live á Sona, sangheftið til tiltiknu G!-sanglötuna verður tökt á appini og skipað verður fyri myndakapping á appini og á teimum sosialu miðlunum hjá Sona.

Tað var á vári 2018, at Föroya Tele menti Sona, og higartil hava 20.832 fólk tikið appina niður á telefonina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo