Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í kvøld verður G! festivalurin av álvara skotin í gongd. Í gjár kappaðust tey ungu um bestu plássini á tjaldingarøkinum og í dag er sjálvt festivaløkið klárt.

Pottarnir og sandurin í Syðrugøtu er hjartað í festivalinum og har er sjálvsagt lív.

Heilt stóru nøvnini, sum fara fylla sandin í kvøld eru Phlake og SBCR aka The Bloody Beetroots, sum leggja upp til tað heilt stóru elektronisku veitsluna.

Á spæliplássinum í kvøld eru Konni Kass og Punjab høvuðsnøvnini, meðan tann heilt stóra tungmálmsveitlsan verður í Fjósinum, har tiltakið “Upp við Hornunum” bjóða fremstu tungmálmsorkestrini, so sum Iron Lungs og serliga Svartmálm.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo