Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G!: Av og á varnast tú ein tónlistarligan spíra, ið brádliga gerst klárur at ljóma um allan heimin. Soleiðis er við Agat, skrivar G!, ið eru ovurfegin um at kunngera hetta spennandi navnið. 

Hetta er ein djørv listakvinna, sum veruliga hevur kant í sínum persónleika. 

Hugsa tær nakað so spennandi, sum at blanda hipp hopp, málm, undangongupopp, punk og rapp — tað er stílurin. 

Konsertirnar eru orkumiklar og fullar av lívi, tá ið hon saman við trummuleikara og elektronikki flippar út á pallinum. 

Kom og verð rivin við, tá ið Agat tekur yvir!

Tað er nú greitt, at Of Monsters and Men (IS), Highasakite (NO), Eivør (FO), The Longest Johns (UK), Alice Boman (SE), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Alias Morera (FO/DK), Specktors (DK), Dania O. Tausen(FO), Einangran (FO), Knút (FO), Elinborg (FO), Konsørn (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO) og Jógvan (FO) spæla á  G! 2024, fylg okkara sosialu miðlum, tí hvønn týsdag kl. 9.00 avdúkar G! eitt nýtt navn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo