Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Sunnukvøldið, 28. januar 2018, verður høvi at koma inn í hugnaligu hølini í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík at uppliva tónleik á hægsta stigi, sum samstundis verður í eygnahædd við áhoyraran.

Saman við Ingibjørg Hansen (sopran), Ernst Sondum Dalsgarð (tenor) og Ólavi Jakobsen (gittar), verður tú sum áhoyrari drigin við á eina forvitnisliga ferð inn í tónleikaheimin við framúr góðum sangi og meistarligum gittarleiki.

Skráin fer at fevna um operaariur, fólkslig løg og føroyskir sangir. Eisini verða egin løg framførd.

Konsertin, sum er stuðlað av Konsertfelagnum, byrjar kl. 19.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo