40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Granskingarráðið: Bjørt Katrinardóttir Kragesteen, granskari á Weizmann Institute of Science í Ísrael, hevur saman við øðrum granskarum funnið fram til lívsneyðugu kyknurnar, ið framleiða hormonið, sum stýrir menningini av reyðum blóðkroppum.

Bjørt Kragesteen er høvuðsrithøvundur av eini grein um framleiðsluna av reyðum blóðkroppum, ið verður almannakunngjørd í viðurkenda læknafrøðiliga tíðarritinum Nature Medicine í dag. Greinin hevur heitið “The transcriptional and regulatory identity of erythropoietin producing cells“,

Fyri at fáa lívsneyðugt súrevni til allar vevnaðir og kyknur í kroppinum framleiðir beinmergurin í menniskjakroppinum hvørt sekund tvær-tríggjar milliónir av reyðum blóðkroppum, sum binda og flyta súrevnið. Nýruni sansa, hvussu nógv súrevni er í blóðinum og framleiða eftir tørvi hormonið Erythropoietin, vanliga nevnt Epo, sum stýrir menningini av búnum reyðum blóðkroppum. Epo hormonið hevur verið kent í fleiri áratíggjur, men higartil hevur verið óvist, hvørjar kyknur í nýrunum framleiða hormonið.

Bjørt Kragesteen hevur saman við øðrum granskarum á ísraelska rannsóknarstovninum og granskarum úr Danmark, Sveis, Týsklandi og USA eyðmerkt nýrakyknurnar, ið framleiða meginpartin av Epo hormoninum. Granskararnir hava givið nýfunnu kyknunum heitið Nornu-kyknur efir lagnugudinnunum í norrønu gudalæruni, sum spinna lagnutræðrir og ráða fyri mannalagnum.

Granskarnir nýttu slóðbrótandi tøkni, sokallaða “single cell technologies”, sum ger tað møguligt at kanna RNA og epigenitikk í túsindtals kyknum samstundis og harvið eisini sjáldsamar kyknur. Granskarnir nýttu bæði músa- og menniskjanýru til at lýsa serliga samleikan hjá Epo kyknunum.

Epo er serliga kent fra ítróttinum, har ítróttafólk ólógliga spræna eftirgjørt Epo í seg fyri at framleiða fleiri reyðar blóðkroppar og harvið betra avrikið. Men Epo verður eisini brúkt av milliónum av fólkum, sum líða av nýrasjúkum. Epo hjálpir væl, men tað er torført at stýra javnvágini, og ov høg framleiðsla av reyðum blóðkroppum kann gera, at blóðið verður ov tjúkt. Tað kann elva til blóðpropp, ov høgt blóðtrýst og deyða.

Nýggja vitanin um Nornu-kyknurnar, og hvussu tær verða stýrdar, kann slóða fyri nýggjum og betri Epo heilivági, sum til dømis kann gera Epo í sjúkum nýrum virkið aftur ella skifta tær gomlu kyknurnar út við nýggjum kyknum á sama hátt, sum royndir í løtuni verða gjørdar við at viðgera diabetes við insulin-framleiðandi kyknum.

Greinin í Natural Medicine kann lesast her (krevur hald):
The transcriptional and regulatory identity of erythropoietin producing cells

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo